Poul Poulsen greiðir frá hellinum

Poul Poulsen greiðir frá hellinum

Í samband við at Lítla Dímun var á Torginum í SMS, so greiðir Poul her frá um Hellið  

read more

Dímunardagar á Torginum.

Dímunardagar á Torginum.

Í samband við tiltakið ið var á Torginum í SMS farna vikuskiftið, so vilja vit vegna Lítla Dímun takka øllum, ið gjørdu hettar møguligt.   Vit eru takksamir fyri, at vit vóru so væl móttiknir í SMS og í høvuðsstaðnum, og at so nógv fólk vitjaði Hellið og stuðlaði tiltakinum. Niðanfyri standandi eru so teir vinnandi lutaseðlarnir. 1) Ferð til Íslands við Norrønu – 44024 2) Útferð í Lítla Dímun – 47550 3) 10 greipur av røstum fiski – 44783 4) 10 greipur av røstum fiski – 47671 5) 4 sekkir av koli – 44539 6) 1 eskja av flak – 47548 7) 1 eskja av flak – 45891 8) 1 eskja av flak – 44585 9) 1 eskja av makrel/sild – 47672 Fjallstavurin, ið var gittur burtur var 1891 mm langur. Tað vóru tveir seðlar, har fólk høvdu gitt rætt. So tað bleiv lutakast millum seðlarnar, og vinnara seðilin gjørdist nummar 44. Vinnararnir eru allir uppringdir og gjørdur kunnigur við at tey hava vunnið. Vit vilja ynskja teimum øllum til lukku við...

read more

Heiðursgáva

Heiðursgáva

Í samband við at tað í ár eru liðin 50 ár síðani 37 mans lógu veðurfasir í Lítlu Dìmun, vóru teir á hugnakvøldinum í Roynhøllini heiðraðir við gávu.   Allir fingu mynd av Bordanes við Lítlu Dímun aftanfyri, sí myndina omanfyri    

read more

Lít tær út at Lítlu Dímun

Lít tær út at Lítlu Dímun

Røðan, Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, helt í Roynhøllini í Hvalba til serligt tiltak um Lítlu Dímun 22. november 2014.   Góðu hvalbingar, sandvíkingar, oyggjarmenn og fyrireikarar! ”Fimm hundrað av áseyði Lítla Dímun bar, svart var alt sum kolamógvur, eyðkent slag tað var.” Sum smádrongur minnist eg væl, at tað varð ofta sagt, at hvalbiarbørn dugdu Brestis kvæði, áðrenn tey dugdu at ganga! ”Lít tær út at Lítlu Dímun” yrkti Mikkjal á Ryggi. Oyggin er vøkur og eggjandi bæði at síggja og vitja, og væl er hon rík við seyði og fugli, men hon er brøtt og berg øll, sum hon er, og hon ber í barmi sínum bergsins hátíðarliga dám, sum krevur, at tú stígur varisliga og ert ansin í hvørjum spori. Tá ið umstøðurnar eru soleiðis háttaðar, sum frammanfyri lýst, er tað eyðvitað, at gamla orðatakið: ”Eingin veit á morgni at siga, hvar hann á kvøldi gistir”, skjótt kann koma at standa sína roynd. Hetta fáa vit eisini prógv fyri, tá ið vit hyggja i Kirkjubókina fyri Hvalbiar sókn, men í mun til so nógv annað, kann man tíbetur ikki siga, at ólukkurnar hava verið so nógvar. Fimm mans eru farnir í Lítlu Dímun í tíðarskeiðnum 1743-1897, hetta vóru sjálvandi menn í bestu árum. Men í kvøld eru vit savnað at hátíðarhalda, at tað í hesum døgum eru 50 ár liðin, síðan hvalbingar og sandvíkingar lógu veðurfastir úti í Oynni. Vit eru savnað at minnast hendingina, og at gleðast um, at hendingin spældi so væl av, sum hon gjørdi. Eg kann leggja aftrat, at sum mentamálaráðharri eri eg eisini mentamálaráðharri fyri Lítlu Dímun. Í einum áliti frá 1996, sum táverandi mentamálaráðharri hevði biðið um í sambandi við ráðlegging av mentanarpolitikki í framtíðini, verður m.a. sagt soleiðis um hugtakið mentan: ”… sum hvalbingurin segði: Mentan er at fara út í oynna at fleyga lunda ella at reka.” Sjálvur eri eg so heppin, at hava verið í Lítlu Dímun. Eg vildi fegin uppliva oynna á egnum kroppi, um man so kann siga. Hetta var til minniliga fólkafundin í 2008, eitt tiltak, sum tit, sum eiga Oynna, á fyrimyndarligan hátt fyriskipaðu og sum vísti, hvat kann fáast burtur úr, tá ið vit standa saman um at loysa eina uppgávu. Eg má siga, at tað tiltakið fyri 6 árum síðan, saman við tiltakinum í kvøld og saman við øðrum tílíkum tiltøkum er eitt veruligt íkast í okkara ríka mentanarlív. Tøkk skulu tit Oyggjarmenn hava fyri tað. Nógv hevur verið tosað um at niðurleggja skúlar ella at leggja skúlar saman. Í Lítlu Dímun er eingin skúli og eingin soppafongdur skúlabygningur, sum setur myndugleikunum grá hár í høvdið. Oyggin sjálv er  ramman um landsins best rikna og ódýrasta skúla: Lívsins skúla. Hesin skúlin kann hvørki takast av ella leggjast saman við øðrum, men tit hava leingi dagført hann og tikið hann við inn í framtíðina – við fólkafundinum, við at tit á annan hátt hava tikið ferðafólkavinnuna út í Oynna, og við at hava gjørt Oynni eina heimasíðu. Sum tað allar nýggjasta hava tit nú eisini tikið stig til at lata gera ein film um Oynna, ein film, sum vit í spenningi bíða eftir at sleppa at síggja. Stóra tøkk eiga tit fyri hetta ósjálvsøkna og framsøkna arbeiðið. Ein av okkara føroysku mentanartættum er munnlig frálæra uttan um alla skipaða og regluliga skúlaskipan, ja, áðrenn...

read more

Hugnakvøld hjá Lítlu Dímun

Hugnakvøld hjá Lítlu Dímun

Fyrireikingarnar til hugnakvøldið hjá Lítlu Dímun eru við at vera komnar undir land   Leygarkvøldið kunnu fólk koma í Roynhøllina at fáa eina stórfingna mentunar uppliving Í gjárkvøldið vóru menn í Roynhøllini og settu upp eftirgjørda helli, sum er gjørt í fullari stødd, til hetta kvøldið. Tað er listamaðurin Bernhard Hammer, sum hevur gjørt hellið saman við hvalbingum. Sjálvandi verður høvið at fara inn í helli. Á skránni hetta kvøldið verður m.a. Frásagnir um Lítlu Dímun Um hvussu tað var at liggja veðurfastur í 1964, tá bert helli var til at taka. Sangur, bæði framførsla og felagssangur. Brellbitið av nýggja Lítla Dímunar filminum og søla av filminum Meksikansk uppboðssøla Og annað verður á skránni Tiltakið byrjar kl. 19 og er tað alment og...

read more

Reka í Lítlu Dímun í dag

Reka í Lítlu Dímun í dag

Í dag eru fólk í Lítlu Dímun og reka. Sum skilst á lagnum hevur gingist nøkunlunda og verða tað 5 seyðir á...

read more