Uppboðsølan 2013

Uppboðsølan 2013

So er aftur møguleikin at ogna sær ein seyð úr Lítlu Dímun. Far inn her og gev eitt boð  

read more

DAGFØRT: Fólkafundur á Lítla Dímun 2013

DAGFØRT: Fólkafundur á Lítla Dímun 2013

Vilt tú hava tína lívs uppliving, so er møguleikin her! 15. juni verður forkunnigur fólkfundur á Lítla Dímun. Hetta gevur tær møguleika at vitja minstu oyggj okkara og samstundis verða við til eitt ógloymandi og sermerkt tiltak. Tyrlan hjá Atlantsflog flýgur úr Hvalba við fólki og setur tey av 414 metrar uppi á toppinum á Lítla Dímun. Tá øll eru komin út, fer m.a. mæti røðarin og undirhaldarin Sjúrður Skaale fólkatingsmaður at føra fram røðu. Hanus G. Johansen fer eisini at syngja onkran av sínum fólkakæru sangum. Felagssangur verður eisini á skránni. Møguleiki verður eisini fyri einum túri runt á toppinum. Tað skal sigast, at toppurin er á stødd við uml. 3 fótbóltsvøllir, so um ein ikki dámar hæddir, so nýtist tað ikki koma í nánd av nakrari trom. Tiltakið er mett at taka uml. 4-5 tímar. Tyrlutúrinum og fólkafundurin kosta 1500kr. Tilmelding fer fram á tlf. 291983/ 237575 ella á:...

read more

FÓLKAFUNDUR 15. juni 2013

FÓLKAFUNDUR 15. juni 2013

Um veðurgudarnir eru við okkum, so verður fólkafundur úti á Lítla Dímun leygardagin 15 juni 2013. Fari verður við tyrlu kl. 09,30 úr Hvalba, til og frá Lítla Dímun. Tað verður flogið við tyrluni hjá Atlantic Airways. Skráin fyri fundin verður lýst seinni. Tilmelding er við at senda teldupost til: ldimun@ldimun.com Kostnaður er kr. 1.500,00 Komi við til hesa FANTASTISKU uppliving, ið tú aldrin gloymir 🙂 LÍTLA DÍMUN

read more

Heystrakstur 2011

Heystrakstur 2011

10 seyðir fóru í býti uppá gillin og er hetta met fyri oynna yvirhøvur. Lombini eru sera góð, betur enn tey hava veri í nógv ár. Raksturin gekk so sum so, av tí at vit vóru noydd at fara upp veturin í oyggj, so verður tað oftast ikki so lætt at reka. Dagurin var langur, møtt var kl 6 á morni og vit vóru leys av oynni aftur kl 20.00. Kl. 4 sunnumorgun var alt liðugt á keiðini og komi til høldar. Myndir frá degnum eru at síggja her Takk fyri ein góðan...

read more

Heystrakstur 2011

Heystrakstur 2011

1. oktober vóru vit í Lítlu Dìmun eftir skurðinum. 10 seyðir fóru í býti uppá gillin og er hetta met fyri oynna yvirhøvur. Lombini eru sera góð, betur enn tey hava veri í nógv ár. Raksturin gekk so sum so, av tí at vit vóru noydd at fara upp veturin í oyggj, so verður tað oftast ikki so lætt at reka. Dagurin var langur, møtt var kl 6 á morni og vit vóru leys av oynni aftur kl 20.00. Kl. 4 sunnumorgun var alt liðugt á keiðini og komi til høldar. Myndir frá degnum eru at síggja her Takk fyri ein góðan...

read more