Heystrakstur 2011

Heystrakstur 2011

10 seyðir fóru í býti uppá gillin og er hetta met fyri oynna yvirhøvur.

Lombini eru sera góð, betur enn tey hava veri í nógv ár.

Raksturin gekk so sum so, av tí at vit vóru noydd at fara upp veturin í oyggj, so verður tað oftast ikki so lætt at reka.

Dagurin var langur, møtt var kl 6 á morni og vit vóru leys av oynni aftur kl 20.00. Kl. 4 sunnumorgun var alt liðugt á keiðini og komi til høldar.

Myndir frá degnum eru at síggja her

Takk fyri ein góðan dag.