DAGFØRT: Fólkafundur á Lítla Dímun 2013

DAGFØRT: Fólkafundur á Lítla Dímun 2013
Vilt tú hava tína lívs uppliving, so er møguleikin her!
15. juni verður forkunnigur fólkfundur á Lítla Dímun. Hetta gevur tær møguleika at vitja
minstu oyggj okkara og samstundis verða við til eitt ógloymandi og sermerkt tiltak.
Tyrlan hjá Atlantsflog flýgur úr Hvalba við fólki og setur tey av 414 metrar uppi á
toppinum á Lítla Dímun.
Tá øll eru komin út, fer m.a. mæti røðarin og undirhaldarin Sjúrður Skaale
fólkatingsmaður at føra fram røðu. Hanus G. Johansen fer eisini at syngja onkran av
sínum fólkakæru sangum. Felagssangur verður eisini á skránni.
Møguleiki verður eisini fyri einum túri runt á toppinum. Tað skal sigast, at toppurin er
á stødd við uml. 3 fótbóltsvøllir, so um ein ikki dámar hæddir, so nýtist tað ikki koma í
nánd av nakrari trom.
Tiltakið er mett at taka uml. 4-5 tímar. Tyrlutúrinum og fólkafundurin kosta 1500kr.
Tilmelding fer fram á tlf. 291983/ 237575 ella á: ldimun@ldimun.com