Lít tær út at Lítlu Dímun

Lít tær út at Lítlu Dímun

Røðan, Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, helt í Roynhøllini í Hvalba til serligt tiltak um Lítlu Dímun 22. november 2014.

 

Góðu hvalbingar, sandvíkingar, oyggjarmenn og fyrireikarar!

”Fimm hundrað av áseyði

Lítla Dímun bar,

svart var alt sum kolamógvur,

eyðkent slag tað var.”

Sum smádrongur minnist eg væl, at tað varð ofta sagt, at hvalbiarbørn dugdu Brestis kvæði, áðrenn tey dugdu at ganga!

”Lít tær út at Lítlu Dímun” yrkti Mikkjal á Ryggi.

Oyggin er vøkur og eggjandi bæði at síggja og vitja, og væl er hon rík við seyði og fugli, men hon er brøtt og berg øll, sum hon er, og hon ber í barmi sínum bergsins hátíðarliga dám, sum krevur, at tú stígur varisliga og ert ansin í hvørjum spori.

Tá ið umstøðurnar eru soleiðis háttaðar, sum frammanfyri lýst, er tað eyðvitað, at gamla orðatakið: ”Eingin veit á morgni at siga, hvar hann á kvøldi gistir”, skjótt kann koma at standa sína roynd. Hetta fáa vit eisini prógv fyri, tá ið vit hyggja i Kirkjubókina fyri Hvalbiar sókn, men í mun til so nógv annað, kann man tíbetur ikki siga, at ólukkurnar hava verið so nógvar. Fimm mans eru farnir í Lítlu Dímun í tíðarskeiðnum 1743-1897, hetta vóru sjálvandi menn í bestu árum.

Men í kvøld eru vit savnað at hátíðarhalda, at tað í hesum døgum eru 50 ár liðin, síðan hvalbingar og sandvíkingar lógu veðurfastir úti í Oynni. Vit eru savnað at minnast hendingina, og at gleðast um, at hendingin spældi so væl av, sum hon gjørdi.

Eg kann leggja aftrat, at sum mentamálaráðharri eri eg eisini mentamálaráðharri fyri Lítlu Dímun. Í einum áliti frá 1996, sum táverandi mentamálaráðharri hevði biðið um í sambandi við ráðlegging av mentanarpolitikki í framtíðini, verður m.a. sagt soleiðis um hugtakið mentan:

”… sum hvalbingurin segði: Mentan er at fara út í oynna at fleyga lunda ella at reka.”

Sjálvur eri eg so heppin, at hava verið í Lítlu Dímun. Eg vildi fegin uppliva oynna á egnum kroppi, um man so kann siga. Hetta var til minniliga fólkafundin í 2008, eitt tiltak, sum tit, sum eiga Oynna, á fyrimyndarligan hátt fyriskipaðu og sum vísti, hvat kann fáast burtur úr, tá ið vit standa saman um at loysa eina uppgávu.

Eg má siga, at tað tiltakið fyri 6 árum síðan, saman við tiltakinum í kvøld og saman við øðrum tílíkum tiltøkum er eitt veruligt íkast í okkara ríka mentanarlív. Tøkk skulu tit Oyggjarmenn hava fyri tað.

Nógv hevur verið tosað um at niðurleggja skúlar ella at leggja skúlar saman.

Í Lítlu Dímun er eingin skúli og eingin soppafongdur skúlabygningur, sum setur myndugleikunum grá hár í høvdið.

Oyggin sjálv er  ramman um landsins best rikna og ódýrasta skúla: Lívsins skúla. Hesin skúlin kann hvørki takast av ella leggjast saman við øðrum, men tit hava leingi dagført hann og tikið hann við inn í framtíðina – við fólkafundinum, við at tit á annan hátt hava tikið ferðafólkavinnuna út í Oynna, og við at hava gjørt Oynni eina heimasíðu. Sum tað allar nýggjasta hava tit nú eisini tikið stig til at lata gera ein film um Oynna, ein film, sum vit í spenningi bíða eftir at sleppa at síggja. Stóra tøkk eiga tit fyri hetta ósjálvsøkna og framsøkna arbeiðið.

Ein av okkara føroysku mentanartættum er munnlig frálæra uttan um alla skipaða og regluliga skúlaskipan, ja, áðrenn nøkur almenn skúlaskipan var kend í Føroyum. Dømi um hetta kunnu verða nevnd kvæðini og vísurnar, skjaldrini, sálmarnir, orðatøkini, gáturnar og mangt annað bæði til álvara og gaman. Her skal eg bara nevna eina gamla gátu um eina moyggj ella ”en jomfru i skummende bølger.” Eg skal ikki koma inn á søguna um gátuna, ella um mannin, sum skrivaði hana niður, bara siga, at tann sum skrivaði gátuna niður onkuntíð í 1840-árunum var Ole Jespersen, nevndur Óli skúlahaldarin, sum livdi árini 1810-1882.

Gátan ljóðar soleiðis:

Jeg ved en Jomfru,

kan I mig forstå,

jeg så den i østen,

hvor solen kom fra,

de skummende bølger

så kækt imod drog,

og med sine kræfter

tilbage dem slog.

Til ende bejler mange riddere bolde,

om sommeren agter hun sit bryllup at holde,

vi ønsker hende lykke og skænker hende gavn,

du gæt, min Herre, hvad er hendes navn.

Og svarið er, sum tit óivað longu hava gitt: Lítla Dímun.

Árið 2014 byrjaði við, at eg fór eina minniliga ferð til Vágs at handa virðislønir í Stóra Pakkhúsi á Gørðunum, og sigast kann, at nú enda vit árið her í Roynhøllini í Hvalba, at fegnast um tykkara ágrýtni, samanhald, treiskni og stríðsfýsni.

Tit eiga Lítlu Dímun.

Haldið áfram at røkja Oynna so væl sum tit higartil hava gjørt.

Til fyrimyndar.

”Eingin skal hjá ungum alva

bragdarhugin forða”

Takk fyri.

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður