Hugnakvøld hjá Lítlu Dímun

Hugnakvøld hjá Lítlu Dímun

Fyrireikingarnar til hugnakvøldið hjá Lítlu Dímun eru við at vera komnar undir land

 

Leygarkvøldið kunnu fólk koma í Roynhøllina at fáa eina stórfingna mentunar uppliving

Í gjárkvøldið vóru menn í Roynhøllini og settu upp eftirgjørda helli, sum er gjørt í fullari stødd, til hetta kvøldið. Tað er listamaðurin Bernhard Hammer, sum hevur gjørt hellið saman við hvalbingum.

Sjálvandi verður høvið at fara inn í helli.
Á skránni hetta kvøldið verður m.a.
Frásagnir um Lítlu Dímun
Um hvussu tað var at liggja veðurfastur í 1964, tá bert helli var til at taka.
Sangur, bæði framførsla og felagssangur.
Brellbitið av nýggja Lítla Dímunar filminum og søla av filminum
Meksikansk uppboðssøla
Og annað verður á skránni

Tiltakið byrjar kl. 19 og er tað alment og ókeypis