Seyður sleptur í oynna

1962: 8 brundar blivu keyptir av Trøllanesi.

1968: Bleiv ein hvítur veðrur sleptur út frá Levin Olsen

1970: Keypti lítla Dímun 6 brundlomb úr Kirkjubø frá Sjúrða Patursson – 2 svartar, 1 gulmutan. 1 fram gráan, 1 reyðan og 1 egglitan .

1972: Bleiv 1 svartur tvaðvetur veðrur frá J. Nattestad, sleptur í Lítla Dímun.

1974: Høvuðsvartur,veturgamal veðrur frá N.P. Olsen sleptur út.

1977: keypti Lítla Dímun 5 brundlomb frá Tummas á Kjalnesi í Kollafjørði , av teimum vóru 3 kollutir, av íslenskari ætt.

1978: Blivur sleptar 45 gimbera út á Lítla Dímun, hesar vóru keyptar úr Kollafjørði, frá Tummas á Kjallnesi og Adrian í Homrum.

1979: Eisini blivur 2 brundar keyptir úr Saksum frá Jákup Hansen, Bónda. Teir blivur sleptir út 14/7, men blivur tiknir inn aftur sama heyst, tí teir høvdu vánalig horn.

1981: Ein flekkutur veturgamal veðrur frá Páll Poulsen blívur sleptur út.

1992: 9 brundlomb blivu keypt úr Trøllanesi frá Jógvan Joensen, bónda. 7 reyðar, 1 svartan og ein morreyðan. Tyrlan fleyg hesar út.

2002: 52 gimbrar av landi í Hvalba 17/4.

2003: 48 gimbrar av landi í Hvalba 12/5, hesar blivur førdar við tyrlu og setta á Kollinum.

2006: 5 brundar av hesum komu 2 av Eiði, Jan Thomsen, 2 úr Sjendum, Tjørnuvík og 1 av Trøllanesi, Jógvan Joensen.

2007: 3. mai blivur sleptar 44 gimbrar og 8 veðrar út av landi. Hesir blivur settir av á Kollinum.

2008: 48 gimbrar blivu sleptar út á Lítla Dímun.

2009: 46 gimbrar sleptar í Oynna