ANNSY HØGHAMAR

Til hugnakvøld í Roynhøllini í Hvalba 25. apríl 2008
Gott kvøld, mítt navn er Annsy Høghamar, eg eri av Eiði og búgvi í Havn.

Eg var í Lítlu Dímun 21. juli 2007.

Eg havi forelskað meg í Lítla Dímun.

Eg skal nú siga frá mínum fyrsta túri út í oynna.

Eg gekk og hugsaði, hvussu kann eg koma út á Lítla Dímun. So sá eg eina lýsing í bløðunum, kom við hvalbingum í Lítla Dímun. Ja, hugsaði eg, eg fari beint at tekna meg, men eg valdi at bíða at tekna meg til dagin eftir, tí eg vildi spyrja á mínum arbeiðsplássi, um nakar annar hevði hug at koma við. Tað høvdu tveir starvsfelagar, Lisbeth og Óla Hans.

Vit fóru suður fríggjakvøldið 20. juli við Smyrli, veðrið var av tí allarbesta. Túrurin var byrjaður, og eg var sera spent.

Á veg suður hugnaðu vit okkum umborð. Tá vit nærkast Lítla Dímun, fóru vit út at hyggja eftir hesi oynni, sum vit dagin eftir skuldu til.

Tordu vit at fara, tað sá so bratt og illgongt út, hvussu ólukkan kann nakar ganga har, eg føldi tað, akkurat, sum tá eg plagdi at fara inn at spæla ein avgerandi hondbóltsdyst, eg fekk eitt sindur av nervum, men eg má siga, at tað var ein frálík kensla.

 

 

Vit høvdu fingið pláss at sova hjá bóndanum í Giljum. Har vóru vit hjartaliga væl móttikin.

Eg mundi ikki sovna at berum spenningi, og eg hugsaði, torur tú at fara, jú sjálvandi tori eg.

Kl. 7 vekkar klokkan, og vit fara upp, konan í húsinum er longu uppi og hevur dekka eitt frálíkt morgunmatarborð til okkum, so dagurin byrjaði væl. Vit hyggja út gjøgnum vindeygað, veðrið er frálíkt, so hyggja vit upp á hvønn annan, eg haldi vit øll hugsaðu, yes, nú fara vit.

Kl. 8 skuldu vit møta á kajuni, vit vóru 6 ferðandi og so 5 deiligir hvalbingar, hvør fittari enn annar. Teir vóru Martin Eið, Óli Jensen, Róin Schrøter, Stein Næs og so ikki at gloyma Allan Sveinbjørnson.

Vit fóru við bátinum Ronju, sum Hotel Tvøroyri eigur, og Nótabáturin hekk so fittur aftanfyri, túrurin út tók ein lítlan tíma. Veðrið var av tí allar fagrasta, sól og bláur himmal og ikki eitt lot, sjógvurin var so spegilsblankur, so vit kundu ikki havt valt ein betri dag til ferðina.

Og har lá hon, oyggin, sum var málið í dag.

Tað fær ein at hugsa um orðini í Brestis kvæði hjá Mikkjal á Ryggi:
“Lít tær út á Lítla Dímun,
har hvítar ei við tanga,
aldri fæst ein betri dagur
bjargaseyð at fanga.”

 

 

Fyrst fara hvalbingarnir upp á land, teir hava alla útgerðina við. Tað gekk væl hjá okkum at koma upp á oynna, har var eitt band at halda í, og vit fingu boð um, at halda í bandið allatíðina, og menninir ansaðu eisini væl eftir okkum.

Tá man er komin upp á helluna, kemur tú fyrst til 2 togendar, sum tú skalt toga teg víðari uppeftir og síðani kemur ein stigi, sum man skal eisini skal upp í gjøgnum. Hetta er alt gott og trygt.

Eitt tað fyrsta, sum situr fæst í mínum minni frá hesi ferð upp á oynna, kanska tí, at man var so nær við náttúruna, var tá eg kom upp ígjøgnum stigan, og tað fyrsta eg síggi eru nakrir lundar, sum sita har í grasinum, teir líkasum halla vangan og siga, hvat vilja tit her í dag.