VIÐ TYRLU Í LÍTLU DÍMUN

Við tyrlu í Lítlu Dímun

Niels Hammer, Suðuroyarportalurin, 15-06-2008

Í mong ár hevur Lítla Dímun verið oyggin, har hvalbingar hava seyð. T.v.s. at tað eru eina mest hvalbingar, ið hava atgongd til oynna. Seinastu árini er eitt ættarskiftið farið fram í eigaraskaranum, og við hesum ungu monnunum er eisini nýhugsan komin. Teir brúka nú eisini tyrluna, tá ið teir eru eftir seyði um heysti, men teir eru eisini byrjaðir at bjóða Lítla Dímun sum ferðamál.

Túrurin skuldi upprunaliga vera 3. mai, saman við tiltakinum ‘Vilt í Hvalba’. Tann dagin var toka og vindur á oynni, og tí valdu fyrireikararnir at útseta ferðina til 14. juni.

Tí var tað við spenningi, at farið varð til Hvalbiar leygarmorgunin. Jú, tað var klárt í oynni, og vit fingu at vita, at menn høvdu sovið á toppinum á Lítlu Dímun um náttina, so alt bendi á, at vit fingu eina góða útferð.

Vit høvdu frætt, at tyrlan fór at flúgva úr Hvalba, men fyrireikararnir høvdu, saman við tyrlumanningini, valt at flúgva frá tyrlupallinum í Froðba, og í mun til upprunaligu ætlanina um eina tyrlu, so vóru tvær tyrlur tøkar í dag. Bussar koyrdu ferðafólkini úr Hvalba og til tyrlupallin í Froðba. Tað tók tyrluni umleið ein tíma at flyta øll 125 fólkini út í oynna, og tá ið vit komu í land, stóð Óli Jensen, formaður í Lítlu Dímun og tók ímóti okkum. Vit fingu eina skjóta vegleiðing um, hvussu vit skuldu fyrihalda okkum. Eisini stóðu vaktir á útvaldum støðum at tryggja, at ferðafólkini ikki gingu seg í óføri.

Komin út í oynna, skuldi hendan oyggin, ið eg bara havi sæð frá sjónum, tá ið ein siglir við Smyrli, kannast. Tað tók ikki leingi at ganga enda í annan, og oyggin var ikki tann, ið man hevði ímyndað sær. Vøllurin í erva var væl størri, enn hvat eg hevði ímyndað mær. Tað kendist eitt sindur løgi at standa og hyggja inn á Hvalba úr Lítlu Dímun, tá ið ein hugsar um, hvussu ofta ein hevur staðið í Hvalba og hugt út á Lítlu Dímun.

Veðrið var av tí allar fagrasta, og fólk hugnaðu sær óført. Myndir skuldi sjálvandi takast, summi ótu matpakka og onnur gingu runt á oynni. Helvtin, eini 30-40 av ferðafólkunum høvdu meldað seg til at síga av oynni á heimtúrinum. Hetta varð tíanverri av ongum, tí veðrið var ikki til vildar, og fyrireikararnir vildu ikki taka nøkur óráð fyri.

Eftir einari løtu var tíðin komin til sjálvt hæddarpunktið, fólkafundin. Ikki fyri at taka nakað frá Torbirni Jacobsen, ið helt eina framúr góða røða, so greiddi Róin Schrøter frá søguni hjá Lítlu Dímun. Róin greiddi frá, hvussu hvalbingar keyptu oynna á uppboði í 1850 fyri 4.820 ríkisdálar. Tað sigst, at hvalbingar stóðu saman sum ein maður, og teir tømdu hvønn einasta kistubotn fyri at kunna keypa Lítlu Dímun.

Felagssangur var eisini á skránni, og millum sangirnar var sangurin, ið var yrktur til 100 ára haldið hjá Lítlu Dímun. Eisini var ein nýggjur sangur sungin, ið Hans Joensen, vanliga nevndur Hans í Líðini, hevði yrkt til hetta høvi. Til stuttleikar kann nevnast, at Óli Jensen helt, at tað var uppá sítt pláss at syngja ’So vakrar moyggjar’ nú konufólkini vóru so vælumboðaðar á eini oyggj, ið fyri tað mesta bert er vitjað av mannfólki. Aftaná fólkafundin varð farið uppá ’gólv’. Harmonikan var eisini við, og tá ið ’Hamarsá’ rungaði í teltinum, so var tað ein lítil løta til at teltið var fult av fólki, ið fingu sær ein ’swing om’.

So hendi tað, ið ikki skuldi henda – tokan byrjaði at leggja seg um toppin á Lítlu Dímun. Tað hevði verið av fagrasta veðrið allan dagin, men um eitt tíðina kom tokan sníkjandi. Beinanvegin vóru boð send eftir tyrlunum. Tokan hevði lyndið at arga, tí ta einu løtuna var klárt, og síðan dróg saman um aftur. Við góðari leiðbeining frá fyriskiparanum og tyrlumanningini gekk tað skjótt fyri seg at fáa ferðafólkini av oynni. Flogið var aftur til Froðbiar, har bussar stóðu klárir at koyra okkum til Roynhøllina at fáa heita súpan. Tá ið bussarnir komu til Hvalbiar, komu báðar tyrlurnar til Hvalbiar við teimum seinastu fólkunum.

Ein frálíkur túrur var at enda komin, og vit, sum vóru við á túrinum, eru eina uppliving ríkari.

Fleiri myndir eru at síggja á http://www.pbase.com/njh/litladimun