RØÐAN HJÁ TOBBA TIL FÓLKAFUNDIN 2008

DÍMUNARRØÐAN

– latið ikki mótloysi skríða sum ormar í sinninum.

tórbjørn jacobsen

Onkuntíð, táið vit hildu leiðina vestur í hav, annaðhvørt til Grønlands ella alla leiðina yvir til amerikanska meginlandið, og lofttrýstskipanirnar lógu syðri á, tí at eitt máttmikið hátrýst ikki lá suðuri við Azorurnar og pumpaði lægdirnar norður í Grønlandsfjørðin ella norður ímillum okkum og frændurnar í útnorði, plagdu vit at leggja á stórklingruna, stórsirkulin, so tætt uppundir Vestmannaoyggjarnar sum gjørligt. Alt eftir rákinum tóku vit Suðuroyar- ella Dímunarfjørð ávegis. Táið Lítla Dímun slerdi inn á radaraskermin vistu vit, at hetta um stutta stund var seinasta landkenningin, áðrenn norðurhavið lá víðopið í allar ættir. Sjálvt um vit vita, at Lítla Dímun ikki var til á tíðarinnar morgni, er yngri enn Skapanarsøgan, eitt sovnað gosfjall, so var hon hvørja ferð ein Guðasjón fyri eygunum, líkamikið hvussu líkindini annars vóru. Bermiliregn, orkan ella silvitni. Ein skansi umgyrdur av íðum og vaggandi gjálvi, sjóroki, sum brestist so høgt á loft og krámaði sum hvítar kløur inn í sjónarringin. Aðrar tíðir dró aldan upp og niður við klettin, sum búkurin á einum sovandi dýri. Visti man ikki betur, kundi lagið á Guði havt verið so kátt hin dagin, táið hann savnaði vøtnini undir himmalinum á einum stað, soleiðis at turrlendið kom undan, at hann eykavagant slepti eini grótrúgvu úr lógvanum, fyri at geva heimsins stóru støddfrøðingum eitt endaligt fasitt um, hvussu hugtakið symmetri skal skiljast. Ein avsagaður viggvaksin sylindari. Lítla Dímun.

Dímunurnar – brattar, smáar, líta suðureftir báðar. Tað er ikki av tilvild, at Hans Andrias í Áarstovu tengir tær báðar oyggjarnar saman í sanginum: ”Lítið yvir Føroyaland.” Málfrøðingar halda seg vita, at dí merkir tvey og at muinn merkir heyggur ella høvd. Upprunin er keltiskur. Tveir heyggjar. Stóra- og Lítla Dímun. Og sunnanfyri Suðuroyggin so nýtvigin, sum Heðin Brú tekur til, úr optikkinum hjá einsamalla hvalbinginum í Lítlu Dímun.

Í kvæðaskaldskapinum verður oyggin sett í eitt dramatiskt ljós, sum ein næstan ótakandi kastali. Teir tilkomnu ivast í, um teir yngru eru førir fyri at ganga upp á oynna, í Brestiskvæðinum hjá Mikkjali, hóast sól í skorar gyllir, ongin blæsur vindur á vág og sjógvurin er stillur. Men teir vilja ikki forða bragdarhuginum hjá ungum alvum, hóast teir ivast í teirra kropsliga førleika undir so ekstremum viðurskiftum. Seinasta argumentið hjá Sigmundi gjørdi munin, táið hann í lokreplikkini segði tey vælkendu orðini: ”Hann, ið alist við øsku inni, lítið í leikum dugir !”

Kvæðið er eisini eitt slag av einum nekrologi um frumseyðaslagið í oyggjunum. Og sagt verður, at oyggin bar fimmhundrað áseyðir av hesum vártreysta slagi, ið var so stygt og kvikt sum villur fuglur og líka so svart sum kolamógvur. Yrkjarin harmast um, at hvalbingar tóku hendan vargin av, men okkurt bendir á, at teir hava verið frammanfyri sína tíð. Nú hava teir góðan helming gangandi, vælsaktans tí at teir við royndum hava funnið fram til, at tað er mest burðardyggi stovnurin í tali, og við góðari røkt fæst frægasta ressoursurentan burturúr á hendan hátt.

Formliga er landsstýrismaðurin í tilfeingismálum landsins størsti festari, umsitur alla landsjørðina, onkur samríkismaður sigur helst kongsjørðina, og tí kann tað tykjast løgið, at ognarmenninir av teimum 48 hálvgyllunum í Lítlu Dímun hava givið honum tann heiður at flyta fram fyrstu fólkafundarrøðuna á oynni nakrantíð. At hvalbingar reka oynna í felag, og ikki hava stikað seg inni hvør ímóti øðrum, er helst eisini orsøkin til optimala úrslitið á hvørjum ári. Prógv um, at hetta kann gerast í privatum regi, um eigararnir eiga nóg sterka solidaritetskenslu í sær, til at reka vinnu í felag. Í øðrum førum gongur tað oftani av skriðuni og fraklendingurin, oddviti í heimspeki, Jean-Jacques Rousseau, mundi ikki fara heilt skeivur, táið hann útbasuneraði, at tann maðurin, ið setti tann fyrsta hegnpelan niður yvirhøvur, mundi hava gjørt heiminum tær størstu ónáðirnar. Klandur og stríð, ræðsla, gremjan og venan. Kríggj og drápa. Í meginávaringini segði hann: ”Tit eru glataði, um tit gloyma, at gróður og lív er alra manna ogn, og Jørðina eigur ongin.” Nógv vatn er runnið í sjógv síðani, m.a. gjørdu hvalbingar eitt ordans hál, táið teir keyptu hesa oynna, og síðani hava teir prógvað seg sum dugnamenn undir ekstremum og marginalum umstøðum. Jørðin í Føroyum er tvíbýtt, og tað fer hon ivaleyst at vera í allari framtíð. Ongar ætlanir eru um at nationalisera ognarjørðina og á sama hátt man tann dagurin fara at vera seinur, táið politiskur meiriluti fæst fyri at privatisera landsjørðina. Eitt tvíbýti, sum føroyingurin eftir øllum at døma hevur sáttað seg við. Positivt skipar seg undir.

Tað verður róð framundir, at vit aftur standa á kreppumørkum. Frøðingar av alskyns slagi, sum í tíð og ótíð ota seg fram í spottljósið við sínum vísdómi, ganda aftur eitt svart hol fyri framman. Hugtakið kreppa er nú vorðið líka so vatndeyvt sum orðið revolutión – bylting ella kollvelting. Í útvarpinum tosaði ein fyri kortum um eina kollvelting í gastronomiini, minnist ikki orsøkina, men helst var tað onkur kokkur ið hevði verið so merkiliga kreativur, at hann ístaðin fyri at loypa ella at kóka – hevði steikt eitt grunningshøvd á pannuni. Onnur kollvelting enn tær søguligu má sigast. Hugsi m.a. um tað fronsku, russisku og cubansku. Tá galt tað lív, og bardaga fyri at lágstættirnar í heila taki kundu fáa okkurt til matna. Nú er orðið devaluerað til at snúgva seg um eitt ávíst umskifti í sjálvari matgerðini. Bara tað hakar eitt sindur í vælferðar yvirflóðini, so hongur orðið kreppa uppi yvir okkum, sum eitt svørð, nýkomið av hvørvisteininum, líka hvast sum tað, ið hekk undir bitunum hjá fyrstanum og tyranninum Dionysos, táið lív og lagna Damoklesar stóð ella fall við megini í hárinum av einum rossafaksi.

Føroyar hava tíanbetur valt at gerast ein partur av meldrinum har marknaðarmegin ræður. Í fiskivinnu og vinnu annars. Vit eru ikki komnir heilt á mál, men tað gongur skjótt tann rætta vegin. Og hetta er einasti hátturin, skulu vit vignast í einum støðugt minkandi heimi. Hetta er vinnufrymilin við evsta kappingarelementinum, ið gevur frægasta úrslitið til býtis í samfelagnum. Men vit mega venja okkum við, at heldur ikki hesin kapitalistiski búskapurin er ein endaleysur skrúvugangur. Sveiggini í streymtalvuni, sum eru meira alsjónsk í firðunum báðum kring okkum her vit nú standa, norðan- og sunnantil, eru galdandi í øllum lívsins viðurviðurskiftum. Harfyri er ongin orsøk til at rópa hesar garrvillu og glúpsku úlvarnar fram í ljósan dag, hvørja ferð tað lotar úr hanakjafti. Menniskjans spektur er so vælsignað gyrðið. Mentala skiftið so fleksibult. Hugsi um eirindaleysa filosoffin Diogenes, sum meginpartin av lívinum gekk í einum kyrtli, búði í eini tunnu og sum livdi av várkunnugávum. Táið Alexander hin Stóri var blivin herovasti í Grikkalandi, vitjaði hann kenda kyniska heimspekingin, og spurdi hann, um tað var eitthvørt hann kundi hjálpa honum við, í hansara sjálvvalda fátækdømi. Svarað varð sum væntað úr tunnuni: ”Alexander, tú stendur mær í so meinur, flyt teg úr sólarglæmuni, tað er tað einasta, tú kanst hjálpa mær við í løtuni.”

Kemur eitt lítið hóttafall á, so eru tað bara vit sjálvi, sum kunnu gera nakað við tað, og táið 40 ættarlið hava hóra undan okkum í oyggjunum, so er tað tekin um, at tærið er nóg máttmikið mentalt og kropsliga til at byrgja upp fyri, táið sveiggjloddið fer niðan brekkuna.

Mesti vinningurin, profitturin, kemur úr havinum og úr avleiddum vinnum á landi. Soleiðis sum landið liggur og geografiska undirlendið er skipað, eru vit spunnin inn í ein háturbulentan og háfrekventan búskap. Við lutfalsliga stórum inn- og útflutningi. Yvir tíð skulu hesir báðir faktorarnir javnviga, annars kemur sperðil í. Tvs., at í longdini stendur og fellur innflutningurin við útflutninginum. Vælferðarstøðið er tí í stóran mun ein avleiðing av tí sum framleitt verður í landinum sjálvum til útflutnings, serliga í einum landi, harið lítil ella nærum ongin framleiðsla er til egnan marknað og fáir konsumerandi munnar eru at metta.

Ein fiski- og tilfeingismálaráðharri kann tí bara hava eina kreddu í sínum politikki. At virka fyri eini so góðari stovnsrøkt sum møguligt og harvið einum í nøgd so jøvnum útflutningi sum gjørligt. Vónandi kann so ein javnur prísvøkstur menna vælferðina, og skilagóða stovnsrøktin javna sveiggini í búskapinum so væl sum gjørligt. Hetta eru lunnindini, so leingi vit hava ein monobúskap, sum fær alla sína rávøru úr havinum. Í hesum døgum er mest nýtta orðið undan hvørjum húsahorni, hvørji keys og í politisku skipanini kvennkynsorðið kreppa. Fiskaprísirnir eru lutfalsliga lágir, oljuprísurin er methøgur, vertikala integreringin í fiskivinnuni hevur fingið ein ordans lúsing, og flestu av fiskastovnunum eru trároyndir heilt at vandamørkum. Seinasti faktorurin er tann avgerandi fyri politisku skipanina. Hinar hava vit ikki stórvegis ávirkan á. Sjálvt eftir góð tríati ár við 200 fjórðinga fiskimarki, hava vit framvegis ikki funnið útav, hvussu vit skulu skipa okkum í mun til havsins tilfeingi. Nú er tann stundin komin. Umráðandi verður, at politikararnir nú trýsta á røttu knøttarnar, soleiðis at ókomnu ættarliðini arva eitt tilfeingisgrundfæ, sum gevur eina so javna og optimala resourcurentu til búskapin sum yvirhøvur gjørligt. Vanstýringin í fiskivinnumálum hesi seinastu árini eigur og skal steðga, ímeðan vitið og skilið hjá fiskimonnum, fiskifrøðingum og at sær komnum politikarum má miðja eftir krossvegnum har stál og stovnar møtast á so lívfrøðiliga og búskaparliga sjálvregulerandi støði sum gjørligt. Hetta er íløgan, vit sum nú liva og agera, kunnu gera í framtíðina hjá okkara børnum og abbabørnum. Tær avgerðir sum nú vera tiknar fáa eina kolossala ávirkan á menningina frameftir. Gera vit tað rætta, her verður hugsað um fiskivinnuna fyrst og fremst, so koma allir partar í samfelagnum at kenna hitan frá eini skjótt vaksandi menning. Stovnsrøkt er gandaorðið. Fiskimenn, útgerðarmenn, fiskiídnaðurin, fíggjarstovnar, ja, samfelagið alt, øll føðiketan í landinum, kemur út aftur sum hin stóri vinnarin í hinum endanum.

Eftir at hava ligið á einum búskaparliga flúgvandi teppi, vovið úr lántum fjarðum, er vanligur gerandisdagur aftur í Føroyum. Niðagrísar og onkur frøðingur í akademiskari stórlætisørsku tosa um niðurgang, um hin stóra galesjutúrin. Um eina endurtøku av meginkreppuni í 92. Hetta er fjas, í hvussu er megna vit við fyrivarni og umhugsni hesaferð sjálvi at stjórna okkum burturúr tí ringasta. Vit eru longu í krasjroyndini. Allir parametrarnir standa annaðhvørt á null ella í topp, hin skeiva vegin. Harvið kann tað bara ganga hin eina vegin, frameftir. Megna vit nú at lata búskaparligu lógirnar skipa fiskiskipaflotan til tøka tilfeingið, tá er framtíðin okkara.

Lív menniskjans er andi og materia. Tað vita teir, sum hava sitið í Hvalba og á Nesi og skoðað hesa vøkru oyggj, ið onkursvegna hevur verið sálarligi stabilisatorurin í øldir. Lítla Dímun lá har, hvussu víkti og vendi annars. Stórmenni í materiu og anda hava livað her um leiðir. Og gera tað framvegis. Fundamentið, undirstøðukervið, stendur undir fremstu vinnulívsbygdini í Føroyum ídag, og vónandi fara norðanfjørðsfólkini, sum hava leitað sær upp á oynna, at advokera fyri at einasti fløskuhálsurin í infrakervinum hjá hvalbingum og nesmonnum verður skeklaður úr ketuni skjótast gjørligt, nevniliga Hvalbiartunnilin. Her má og skal ein loysn finnast, allar grundgevingar liggja við hondina hjá politiska myndugleikanum, sum skal taka avgerðina.

Nú vit standa á hesum Guðsgivna parnassos, og líta yvir landið, sum smá hálvthundrað túsund menniskju eru sett til at røkja, mega vit staðfesta, at samrekingarmegin er øgilig í fólkinum. Hetta er samleikin, identiteturin, sum er grundarlagið undir øllum. Málið, mentanin, Guðstrúgvin. Ósjónligi strongurin við nógvum kardelum, ið liggur latentur, sum ein meginás ígjøgnum hvørt hjarta og hvønn heila í okkara vælsignaða móðurlandi. Hetta er kraftin, sum ger, at 40 ættarlið hava megnað at búleikast í oyggjunum, og eru vit nóg hyggin í røktini av tí alra dýrabarasta vit eiga, so koma í hvussu er 40 ættarlið eftir okkum, sum her standa. Táið søkt verður at grundvirðunum hjá eini tjóð ressast kvinnur og menn úr sæti og standa tjóðini við lið. Komi at hugsa um Sisimiutráðstevnuna í 1970 táið danin Mogens Boserup mælti til at gera enda á grønlendskum máli, sum hann helt vera eina forðing fyri allari menning í Grønlandi. Hann var boðin við sum fyrilestrarhaldari og táið ráðstevnan var liðug takkaðu grønlendingar honum fyri ómakin og journalisturin Ulloriannguaq Kristiansen handaði honum eina sømdargávu. Eina lítla kajakk við ongum skinni, ongum segli, eitt bert beinaræ. Og endasalutturin hjá kenda tíðindamanninum var: ”Grønlendska fólkið við ongum móðurmáli er sum ein kajakk við ongum skinni – ongari bólstring. Hetta er essensurin, sjálv kjarnan, hjá øllum tjóðum, øllum heimsins fólkum.

Og umframt hetta mega vit ásanna, at orðini hjá jugoslaviska sjefideologinum, kommunistinum Edvard Kardelj, eru æviga sonn: ”Ongin statur, ongin skipan tíansheldur nakar politiskur flokkur, kann gera eitt menniskja eydnuríkt. Tað er bara menniskja sjálvt sum kann skapa sær sína egnu lukku. Ikki sum einsatakur persónur, men saman við øðrum menniskjum á javnrættindastøði.

Vit eru farin ígjøgnum kjarnu trýstsins. Lægdin liggur norðanfyri okkum. Kósin er eysturhall, og um skamma stund fáa vit undangongu, tá ræður bara um at halda skútuni á rættari kós. Takk fyri tann ovurmikla heiður at vera sloppin framat hesum forkunnuga røðarapalli, 48 hálvgyllin til víddar, á fyrsta sinni. Góða eydnu nú tit flúgva suður, síga niður og stima norður og tøkk fyri at tit tímdu at koma higar fyri at leggja oyra til tað sindrið av hugsan, sum ein vanligur føroyskur bygdadrongur nú einaferð kann varta upp við á hesum leiðum.

Hendan løtan er visuella staðfestingin av natúruni, sum eini eind av samanflættaðum træðrum. Føðiketan, har øll liðini kunnu veiðast burðardygt. Lívið í havinum, í bjørgunum og í vallaða lendinum á oynni. Kenslan, sum hesa løtuna verður sprænd inn í æðrar, sál og fatan stendur í grellari andsøgn til pseudoreligiøsu fatanina hjá metrosexuellu íbúgvunum á meginlondunum, sum eiga sannføringin um, at pylsuvognurin er einasta dýrið í føðiketuni. Seinasta glappakastið í hvalamálinum, frammanundan komandi ársfundinum í Kili, er besta dømi um, at menniskja er í holt við at flyta seg í stórlopum frá sínum egna uppruna. Her er nógmikið at verja og at standa á varðhaldi fyri. Mátti summarið verið tykkum og okkum til kveikingar og móðurlandinum til signingar.

Latið okkum taka avbjóðingarnar í tøkum tíma – heldur enn at lata mótloysi skríða sum ormar í sinninum.